Innanlands

Hava úr at gera hjá Havsbrún

Christian í Grótinum, Finnur Fríði og Gøtunes hava øll fiskað svartkjaft

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-02-18 20:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera at framleiða svartkjaftin, sum skipini fiska.

Finnur Fríði hevur júst landað 1400 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og nú verður riggað til at fara á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi.

Aftaná Finn Fríða byrjaði Gøtunes at landa. Gøtunes hevur umleið 2000 tons av svartkjafti. Eisini Gøtunes hevur havt hampuligan fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Tá ið Gøtunes hevur landað, skal Christian í Grótinum landa heili 3400 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Christian í Grótinum hevur havt góðan fiskiskap, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap. 

[object Object] Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Finnur Fríði (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder