Uttanlands

Gullak Madsen avhandar reiðaríið í vikuni

Føroyingurin Gullak Madsen hevur selt sítt virksemið til tvey onnur reiðarí í Hirtshals

Ruth (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ruth (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-01-31 07:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyingurin Gullak Madsen gevst nú í donsku uppsjóvarvinnuni. Eitt virksemið, sum hann byrjaði í 1988 og nú, 35 ár seinni, hevur føroyingurin selt skip og kvotur.

Virksemið fer tó ikki langt, tí tað verða framvegis føroyingar í Hirtshals, sum verða eigarar av skipinum og kvotunum.

Talan er um reiðaríini Beinur og Asbjørn, sum ávikavist familjan Tindskarð og familjan Magnussen í Hirtshals eiga.

Sum skilst, so verður Ruth nýggi Asbjørn, meðan kvoturnar verða býttar millum bæði reiðaríini, sum hava keypt virksemið hjá Gullak Madsen. Hvat Gullak hevur selt fyri vita vit ikki.

[object Object]Gullak Madsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Uppsjóvarskipið Ruth varð handað Gullak Madsen í oktober í 2021, tá ið skipið kom sum nýbygningur av Karstensens skipasmiðjuni í Skagen. 

Familjan Tindskarð eigur danska uppsjóvarskipið Beinur, sum er bygt á Karstensens Skibsværft í 2015, og familjan Magnussen átti uppsjóvarskipið Asbjørn, sum bleiv selt til Íslands síðsta summar.

Asbjørn er eisini bygt á Karstensens Skibsværft, tó í 2007.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder