2026-07-25 19:32
Uppsjóvarskipini Polar Ammassak og Polar Amaroq landa makrel í Føroyum.
Skipini hava partrolað hendan túrin, og Polar Ammassak landar feskan makrel til Pelagos, meðan Polar Amaroq landar frystan makrel í Kollafirði.
Upplýst verður at Polar Amaroq hevur umleið 600 tons av frystum, sum teir landa í Kollafirði, júst hvussu nógv Polar Ammassak landar vita vit ikki í løtuni.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu í latjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald