Innanlands

Grein í Ocean Science: Nýggj vitan um Sundalagið

Heitið á vísindagreinini hjá Sissal Vágsheyg Erenberg, granskara á Fiskaaling er "A tidally driven fjord-like strait close to an amphidromic region"

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari,

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari,

2021-11-12 17:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj gransking vísir, hvussu sjóvarfalsfiðurskiftini í Sundalagnum Norður ikki skikka sær heilt sum væntað. Hetta hevur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, staðfest og givið út í vísindaligari grein í Ocean Science, saman við granskarum í Føroyum, Danmark og Noregi.

Heitið á vísindagreinini er "A tidally driven fjord-like strait close to an amphidromic region".

Hendan greini er heilt serstøk av tí at ein av niðurstøðunum er at Sundalagið Norður hevur eitt heilt serligt fyribrigdi. Sjovarfallið uppførir seg so serligt, at tað riggar sum eitt slag av kontakt, sum ger, at Sundalagið Norður annaðhvørt uppførir seg sum ein gáttafjøðir og annaðhvørt sum eitt sund, sigur Sissal Vágsheyg Erenbjerg.

Hesi viðurskiftini hava stóran týdning fyri, hvussu vatnið í Sundalagnum verður útskift. Granskarar vita ikki um nakað annað sund í heiminum, sum hevur júst henda serstaka eginleikan.

Orsøkin til hetta fyribrigdið er, at Tórshavn verður roknað at liggja mitt í einum amphidronum øki í Norðuratlantshavinum. Hetta merkir, at sera lítil munur er á sjóvarfallinum í hesum økinum.

Les meira um granskingina her.

Viðhøvundar eru Dr. Jon Albretsen, Dr. Knud Simonsen, Erna Lava Olsen, MSc, Eigil Kaas, professari, og Bogi Hansen, professari.

Fiskaaling

placeholder
placeholder