2025-07-14 20:36

Grønlendsku skipini Polar Amaroq og Polar Ammassak eru komin inn at landa í Føroyum.
Polar Amaroq hevur umleið 600 tons av frystum makreli, sum skal landast í Kollafirði og umleið 450 tons av avskurði til Havsbrún.
Polar Ammassak hevur 550 tons av makreli, sum skal landast til Pelagos.
Bæði skipini hava fiskað makrel í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald