Innanlands

Gøtunes havt góðan fiskiskap

Gøtunes hevur knapt 1600 tons av sild, sum skulu landast á Tvøroyri

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2021-11-19 13:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa knapt 1600 tons av sild til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Gøtunes hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Gøtunes kom á Tvøroyri um middagsleitið í dag, og er væntandi aftur á sild tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder