2025-05-19 21:51

Uppsjóvarskipið Gøtunes er komið inn við sild, sum skal landast á Tvøroyri.
Gøtunes hevur fiskað 600 tons av sild í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Varðan Pelagic, og Gøtunes fer aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald