Innanlands

Gøtunes á veg til Noreg við 2550 tonsum

Teir skulu landa svartkjaftin í Måloy

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-01-29 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes er á veg til Norra við 2550 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnast í føroyskum sjógvi.

Jn.fo skrivar, at teir væntandi vera inni aftaná døgurða í morgin, og sleppa framat at landa beinanvegin tá teir koma til Måloy.

Enn er avgerð ikki tiin um teir fara aftur á svartkjaftaveiðu ella til lodnufiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder