Innanlands

Gongur betri at fáa fisk enn fólk

Eg havi siglt við Skoraberg síðani 2008, men nú eri eg avloysari við Fuglberg. Tað vísir seg, at fleiri av teimum yngru hava nógv annað at fara til, so arbeiðið, ella sjólívið kemur í aðru rekkju, sigur Axel hansen

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-05-21 21:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit royndu suðuri móti bretska markinum, og tá tekur tað eitt hálvt samdøgur at sigla hvønn veg. Tað var stórur og góður gulllaksur, og nærum eingin hjáveiða, so tað var hugaligt, sigur Axel.

Mánadagin vóru samtrolararnir Skoraberg og Fuglberg á Toftum eftir ísi. Teir royna eftir gulllaksi og gjørdu klárt til nýggjan túr.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og har fekk hann eitt stutt prát við Aksel Hansen.

Hann var spurdur hvussu tað hevur gingist við gulllaksaveiðuni?

- Eg haldi tað hevur gingist væl. Síðsti túrur var bæði skjótur og góður, tí vit fingu uppí, tvs. 120 tons í fýra sleipum. Hitt skipið hevði fimm sleip, og vit høvdu umleið 250 tons tilsamans. Vit fóru avstað sunnudag seinnapart og vóru aftur fríggjamorgun, og tá høvdu vit sigldu í eitt samdøgur.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Vit royndu suðuri móti bretska markinum, og tá tekur tað eitt hálvt samdøgur at sigla hvønn veg. Tað var stórur og góður gulllaksur, og nærum eingin hjáveiða, so tað var hugaligt, sigur hann.

- Tað gongur væl at fáa fisk, men illa at fáa fólk. Eg havi siglt við Skoraberg síðani 2008, men nú eri eg avloysari við Fuglberg. Tað vísir seg, at fleiri av teimum yngru hava nógv annað at fara til, so arbeiðið, ella sjólívið kemur í aðru rekkju. Tað er bæði keðiligt og óheppi, tí tað gongur út yvir teir, sum eru fast við, sigur Axel Hansen.

- Skilti eg skiparan rætt, so fara vit suður aftur á somu leiðir. Polarhav og Stjørnan hava fingið væl av gulllaksi har suðuri, meðan vit hava verið inni og landað, sigur hann.

Skipini hava fingið geymar og kristiligan lesnað.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder