Innanlands

Góður túrur í vánaligum veðri

- Túrurin er rímiliga góður, hóast vit hava gjørt skjótari túrar við Eysturgrønland. Vit hava verið burturi í fimm vikur og hava góð 300 tons. Meginparturin er toskur, sigur Líggjas Johannesen

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-05-13 19:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Nú landa vit og seinni í dag (í gjár, red.) kemur hin manningin umborð. So verður loyst og kósin sett á Flemish Cap. 34 mans eru knýttir at skipinum, so vit eru noyddir at hanga í, sigur Líggjas Johannesen.

Í gjár landaði frystilínuskipið Klakkur góð 300 tons av frystum fiski í Klaksvík.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt stutt prát við skiparan, Líggjas Johannesen.

Uppá fyrispurning um hvussu túrurin hevur gingist, svarar hann:

- Túrurin er rímiliga góður, hóast vit hava gjørt skjótari túrar við Eysturgrønland. Vit hava verið burturi í fimm vikur og hava góð 300 tons. Meginparturin er toskur.

- Eg havi roynt við Eysturgrønland í mong ár. Øll árini hevur tað verið í summarhálvárinum, men eg haldi ikki vit hava havt so vánaligt og ringt veður sum hendan túrin. Samstundis er toskurin síðstu fimm árini blivin smærri og smærri, men spyr meg ikki um hví, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Nú landa vit og seinni í dag kemur hin manningin umborð. So verður loyst og kósin sett á Flemish Cap. 34 mans eru knýttir at skipinum, so vit eru noyddir at hanga í. Nú havi eg frí, og Betuel, bróður, verður skipari komandi túr, sigur Líggjas Johannesen.

Eitt føroyskt línuskip er á Flemish Cap og onnur eru ávegis. Har hevur verið góður fiskiskapur seinastu árini, og tað vóna teir eisini verður í ár.

Manningin fekk bløð og geyma við sangum frá Sjómansmissiónini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder