Innanlands

GC Rieber letur høll byggja á Oyrareingjum

Høllin, sum eftir ætlan skal standa liðug um ársskiftið, skal brúkast til saltgoymslu

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-11-04 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í eystara parti av keiøkinum á Oyrareingjum verður ein høll í hesum døgum sett upp. Tað er GC Rieber, sum áður hevði navnið Saltkeyp, sum letur høllina byggja.

Høllin er 1575 fermetrar til støddar, og skal taka salt, sum fyritøkan flytir inn. GC Rieber hevur ikki virksemi á Oyrareingjum í løtuni, men framyvir verður alt savnað har.

- Vit høvdu bygning í Søldarfirði, og síðani hava vit verið í leigaðum hølum til vit nú byggja hesa høllina, sigur Jóhannus M. Olsen, stjóri í GC Rieber.

- Einar tríggjar til seks ferðir um árið koma skip við salti. Hetta er skiftandi í mun til hvussu nógv salt verður brúkt á fiskavirkjum og øðrum, upplýsir Jóhannus M. Olsen.

GC Rieber Føroyar veitir salt úr Tunis til føroysku saltfiskavirkini, og tey seinnu árini, hevur fyritøkan eisini veitt salt til føroysku vegirnar. Fyri nøkrum árum síðani, fór fyritøkan eisini undir at veita pakkitilfar, kálk og evnavørur til føroyska vinnulívið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder