Innanlands

Framherji skal byggja nýtt skip í Skagen

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði hevur undirskrivað sáttmála um sín annan nýbygning í søgu felagsins

Nýggja skipið hjá Framherja fer at líkjast nógv nýggja Finn Fríða hjá Varðanum

Nýggja skipið hjá Framherja fer at líkjast nógv nýggja Finn Fríða hjá Varðanum

2022-05-04 17:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði upplýsir fyri Portalinum, at felagið hevur undirskrivað ein sáttmála um eitt nýtt uppsjóvarskip, sum skal byggjast hjá Karstensens Skibsværft í Skagen.

Talan verður um eitt skip, sum fer at líkjast nógv nýggja Finn Fríða, sum Varðin í Gøtu skal lata byggja á somu skipasmiðju.

Helst verður nýggja skipið umleið 90 metrar langt og 17-18 metrar breitt og fer at lasta umleið 3500 tons.

Neyvt um talan verður um ein nýggjan Fagraberg ella ein nýggjan Høgaberg veit reiðaríið ikki heilt, men helst verður tað Høgaberg, sum verður seldur tá ið nýggja skipið kemur í juni í 2024, av tí at Høgaberg er í minnalagið, serliga tá ið talan er um svartkjaftaveiðu og maskinorku.

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Framherja kostar umleið 300 milliónir krónur. 

Eins og við hinum skipunum, sum verða bygd á Karstensens Skibsværft er talan um egið snið, sum Karstensens og reiðaríið í felag hava ment, og skrokkurin verður gjørdur hjá verksmiðjuni hjá Karstensens í Póllandi.

Skrokkurin hjá skipinum kemur eftir ætlan til Skagen í november í 2023. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder