Reiðaríið Framherji í Fuglafirði hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene, sum skal avloysa Fagraberg, sum nú er 25 ár.
- Vit hava keypt Serene úr Hetlandi, og skipið skal avloysa Fagraberg, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Skipið skal avloysa Fagraberg, sum er bygdur í 1999.
Hóast avtalan er undirskrivað, so verður skipið ikki yvirtikið fyrr enn í 2026.
- Núverandi eigararnir skulu byggja nýtt skip, sum teir fáa í 2026, og sama ár fáa vit Serene, sum tá verður átta ár, sigur hann.
Hóast skipið er átta ár tá ið Framherji yvirtekur skipið, so er talan um eitt skip, sum er sum nýtt, av tí at hetlendingar ikki fiska líka nógv sum føroyingar, og tí er minni slit á skipunum.
Tilgongdin at hava funnið nýtt skip hevur tikið tíð, og Framherji umhugsaði at byggja eitt nýtt skip.
- Vit umhugsaðu at byggja eitt nýtt skip, men tað bleiv for dýrt, og for drúgt, so tí valdu vit hesa loysnina, sum vit meta hóskar seg væl til okkum.
Anfinn Olsen, reiðari, ynskir ikki at upplýsa keypsprísin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald