Innanlands

Frá Fiskaaling til Firum

Talan er ikki um eina alifyritøka, og tí var tørvur á einum nýggjum navni fyri partafelagið, sum hevur røtur aftur til 1970

2023-12-28 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fiskaaling eitur nú Firum. Partafelagið Fiskaaling hevur røtur aftur til 1970 og hevur verið ein av slóðbrótarunum fyri teirri føroysku alivinnuni.

Tað er ikki minst Fiskaaling at takka, at alifeløgini hava so haldgóða vitan og alment kervi, so at tey kunnu ala og framleiða á besta hátt.

Navnið Fiskaaling kundi bent á, at talan er um alifelag, men so er ikki. Uppgáva felagsins er at skapa vitan, ið kann vera fundamentið undir eini burðardyggari alivinnu í Føroyum. Navn felagsins kann tí virka reingjandi, tá tað sigur nakað, sum ikki passar.

Tí er samleikin hjá Fiskaaling dagførdur, so at hann er meira hóskandi. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er at geva Fiskaaling nýtt navn. Nýggja navnið er Firum.

Floygt innanhýsis er tað eitt samspæl millum FIRðir og UMhvørvi. Tvey orð, sum meira enn onnur lýsa súlurnar undir virksemi felagsins. Flest øll aling er knýtt at firðum, og flest øll vælferð hjá alidýrum og aliplantum er knýtt at umhvørvinum, og hetta er tað, sum í stóran mun myndar granskingina hjá felagnum.

Navnið hevur norðurlendskan dám, er lættsagt allastaðni og verður framborðið við m í endanum, eins og tað verður stavað. Bendingin er eisini líkatil, Firum, Firum, Firum, Firums. Við setningum kunnu vit siga, at hetta er Firum, hann skrivaði til Firum, hon arbeiðir í Firum, og gransking er arbeiðsøki Firums. At Firum líkist Føroyum er vælkomin tilvild.

Seiðakikari sum búmerki

Nýggja búmerkið er ein seiðakikari. Amboðið, sum kundi síggja niður í sjógvin, og sum dró tjøldini frá og gav vitan til at taka grundaðar avgerðir.

Nettupp hetta ger Firum. Kannar og granskar og gevur landi og fyritøkum vitan at byggja avgerðir á.

Sjálvt búmerkið er tveir fýrakantar. Ymsir á stødd, samanbundnir við strikum, tann minni inni í tí stóra.

Búmerkið vil ikki siga, hvør fýrakantur er nærri tí, sum hyggur. Við hesum skapast eitt optiskt spæl, ið vekur forvitni eftir at vita, hvat búmerkið eginliga ímyndar. Forvitni er ein hornasteinur undir øllum virkseminum hjá Firum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder