Innanlands

Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi og ráðstevnu

Sjónám er vertur, tá altjóða felagsskapurin International Association for Safety and Survival Training (IASST) savnast í Føroyum í 11.-13.september 2025 og í hesum sambandi verður ráðstevna hildin á Hilton Garden Inn við setninginum: “Sjóvinnuleiðsla við denti á trygdar- og trivnaðarmenning”

2025-07-21 16:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja altjóða samstarv og vitanardeiling um, hvussu trygdarmentan og trivnaður umborð kunnu betrast – við leiðsluátøkum.

Skráin fyri vitjanina:

Hósdagin 11.sept Aðalfundur hjá IASST-limum hildin á Sjónámi og vitjað verður hjá sjóvinnufyritøkum og stovnum.

Fríggjardagur 12.sept: Almenn ráðstevna við framløgum frá serfrøðingum innan trygd á sjónum, ið m.a. inniheldur verkstovu, har viðkomandi trygdarspurningar verða viðgjørdir.

Leygardagur 13.sept: Útferð og vitjanir, har luttakararnir fáa innlit í føroyska sjóvinnusøgu og mentan.

Sjónám heldur at tíðin er búgvin til at trygd og trivnaður á sjónum verður umrøtt og tiltakið gevur ein pall fyri bæði íblástur og fakligt orðaskifti millum føroyskar og altjóða luttakarar.

Innbjóðingar verða í næstu viku sendar út til reiðarí og sjóvinnuviðkomandi fyritøkur og stovnar. Kunning og skrá verða løgd út á heimasíðuna hjá Sjónámi og nøvnini á fyrilestrahaldarum verða kunngjørd í næstum.

Sjónám fegnast um vertskapin og til at bjóða gestum úr øllum heiminum vælkomnum til eitt fjølbroytt og viðkomandi tiltak í hjartanum av Norðuratlanshavi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder