Uttanlands

Fleiri uppsjóvarskip landa svartkjaft í Norra

Fleiri føroysk uppsjóvarskip hava valt at fara til Norra at landa svartkjaft

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2023-01-30 22:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri skip farin til Norra at landa svartkjaftin, sum tey hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Finnur Fríði skal landa 2200 tons av svartkjafti í Egersund, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Finnur Fríði fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið teir hava landað.

Tróndur í Gøtu byrjaði í dag at landa umleið 2400 tons av svartkjafti í Karmsund, og Høgaberg hevur júst landað 1900 tons av svartkjafti í Norra.

Hóst fleiri skip eru farin uttanlands, so eru tað eisini summi, sum landa svartkjaftin í Føroyum. 

Í morgin skal Christian í Grótinum landa til Havsbrún, og mikudagin skal Vestmenningur landa sína svartkjaftalast til Havsbrún. 

[object Object]Høgaberg - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

[object Object]Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder