2025-04-16 19:24

Uppsjóvarskipini hava góðan fiskiskap undir Føroyum, og fleiri eru farin uttanlands at landa.
Ango er farin til Írlands, har skipið skal landa 1.600 tons av svartkjafti í Killybegs.
Gøtunes og Vestmenningur eru farin til Danmarkar, har Gøtunes skal landa 3.400 tons av svartkjafti í skagen, og Vestmenningur skal landa 2.300 tons av svartkjafti í Thyborøn.
Birita er farin til Noregs, har skipið skal landa 1.900 tons í Karmsund.
Skipini fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald