Innanlands

Fleiri norsk skip landa lodnu í Føroyum

Fleiri norsk skip hava seinastu dagarnar landað til Varðan Pelagic og Pelagos

Tilvildarlig norsk skip - Mynd: EMS Photo

Tilvildarlig norsk skip - Mynd: EMS Photo

2023-02-12 16:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hava fleiri norskar landingar verið í Føroyum.

Norska skipið Fiskebas landaði fríggjadagin 500 tons av lodnu til Varðan Pelagic, og aftaná byrjaði H.Østervold at landa 1000 tons av lodnu.

Í Fuglafirði landaðu Krossfjord og Storeknud umleið 600 tons. Síðan landaði Rogne umleið 900 tons av lodnu til Pelagos.

Norsku skipini Østerbris og Hardhaus eru komin ávíkavist á Tvøroyri og á Fuglafjørð. Hvat tey skipini hava, vita vit ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder