Innanlands

Fleiri landingar til Havsbrún

Ango og Fagraberg eru komnir inn við svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði

Svartkjafturin verður framleiddur til fóður hjá Havsbrún (Savnsmynd)

Svartkjafturin verður framleiddur til fóður hjá Havsbrún (Savnsmynd)

2025-05-21 06:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ango hevur landað 1.600 tons og Fagraberg er komin inn við 2.850 tonsum av svartkjafti.

Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey enn fleiri landingar, hóast fleiri uppsjóvarskip eru farin á sildaveiðu.

Ango hevur landað 1.600 tons til Havsbrún, og Fagraberg byrjaði at landa í gjárkvøldið. Fagraberg hevur 2.850 tons.

Bæði skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi, og hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder