Innanlands

Fleiri landingar í Fuglafirði

Tasiilaq, Høgaberg og Fagraberg hava landað í Fuglafirði

Tasiilaq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tasiilaq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-07-31 17:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjuskipið Tasiilaq og uppsjóvarskipini Høgaberg og  Fagraberg hava havt makrel við til lands til Pelagos.

Fagraberg hevur landað 300 tons, sumer fiskaður í føroyskum sjógvi, og Fagraberg er farin aftur til fiskiskap.

Høgaberg hevur júst verið inn við umleið 250 tonsum av makreli, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq er komið inn við bæði feskum og frystum makreli.

Feksi makrelurin skal landast til Pelagos meðan tann frysti makrelurin helst verður landaður í Kollafirði ella til Bergfrost.

Júst hvussu nógv Tasiilaq hevur vita vit ikki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder