 
  Íslendska uppsjóðvarskipið Vilhelm Þorsteinsson, hevur landað umleið 1650 tons av sild til ídnað hjá Havsbrún, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi.
Skipið hevur havt góðan fiskiskap, og fór aftur til fiskiskap í nátt.
Uppsjóvarskipið Fagraberg, sum hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, landaði í gjár 1100 tons av makreli til Pelagos. Fagraberg er eisini farin aftur til fiskiskap.
Síðan byrjaði Hoyvík at landa til Pelagos. Hoyvík hevur eisini verið makrelveiðu í føroyskum sjógvi. Hoyvík hevur hendan túrin fiskað 150 tons av makreli.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/09/05/890x590/fagraberg-copy.jpg) Savnsmynd: Fagraberg (Kiran Jóanesarson)
Savnsmynd: Fagraberg (Kiran Jóanesarson)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/10/18/890x590/hoyvík.jpg) Savnsmynd: Hoyvík (Kiran Jóanesarson)
Savnsmynd: Hoyvík (Kiran Jóanesarson)
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald