placeholder
Innanlands

Fiskaklettur fylgdur til lands av Brimli

Trolbáturin Fiskaklettur fekk maskintrupulleikar, og Brimil kom til hjálpar, og fylgdi honum til Klaksvíkar

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-09 16:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trolbáturin Fiskaklettur fekk í gjárkvøldið maskintrupulleikar meðan hann var á landsleiðini.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni í dag.

Boð vóru send eftir Brimli, men áðrenn bjargingarskipið kom fram, boðaði Fiskaklettur frá, at maskinan var farin í gongd aftur.

Siglt var spakuliga til lands og Brimil fylgdi Fiskakletti til Klaksvíkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder