Innanlands

Finnur Fríði kemur um vikuskiftið

Tað er við at vera klárt at loysa úr Skagen, men enn er ikki greitt um Finnur Fríði verður í Føroyum leygardagin ella sunnudagin

(Mynd: Gert Vejen)

(Mynd: Gert Vejen)

2024-08-21 11:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta fiskiskipið í flotanum, Finnur Fríði, er nú við at vera klárt at loysa úr Skagen, og eftir ætlan verður skipið í Føroyum um vikuskiftið.

Enn er ikki heilt greitt um tað verður leygardagin ella sunnudagin, at nýggja skipið kemur, sum júst er bygt hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.

Skipið skuldi eftir ætlan koma til Føroya í januar í ár, men ymsar seinkingar hava havt við sær at skipið er seinkað.

Nýggi Finnur Fríði er 88 metrar langur, og knapt 17 metrar breiður, og kostar umleið 350 milliónir krónur.

Farið verður á makrelveðu stutt eftir, at skipið er komið til Føroya.

--

Videobrot frá september í fjør, tá skrokkurin av Finni Fríða kom til Skagen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder