Uttanlands

Finnur Fríði farin til eftirlit í Danmark

Finnur Fríði er farin til eftirlit hjá Karstensens Skipsværft í Skagen

Finnur Fríði í Skagen (Mynd: Roland Rasmussen)

Finnur Fríði í Skagen (Mynd: Roland Rasmussen)

2025-05-28 16:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er komið til Skagen, har skipið skal til eitt ára eftirlit.

Tað var í august í fjør, at nýggja uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom til Føroya fyri fyrstuferð.

Stórur hátíðardámur var í Gøtu, og nógv fólk vóru komin at taka ímóti nýggja uppsjóvarskipinum, sum Varðin í Gøtu hevði latið byggja á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.

Skipið hevur nú verið í vinnu í eitt knapt ár, og er nú fari til eftirlit hjá Karstensens í Skagen, sum er vanlig mannagongd, tá ið talan er um so nýggj skip.

Eisini skal skipið gera ymsikt viðlíkahaldsarbeiði í sambandi við at skipið skal í dokk í Skagen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder