2023-01-26 07:58
Bjargingarbáturin hjá Eiðis Bjargingarfelag, Rescue Vón, sleipaði í gjárkvøldið ein útróðrarbát til lands, sum hevði fingið trupulleikar við róðrinum.
Tað var beint fyri midnátt, at Kallanes boðaði frá, at hann hevði trupulleikar við róðrinum. Báturin var tá staddur í Eiðisflógvanum.
Rescue Vón fór út og sleipaði Kallanes inn á Eiði. Eftir ein tíma og 17 minuttir var Rescue Vón aftur á Eiði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald