Innanlands

Fagraberg skal landa í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið Fagraberg skal landa umleið 1800 tons av sild til Pelagos

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-11-13 20:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kemur á Fuglafjørð í kvøld, har teir skulu landa sild.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður.

- Vit hava fiskað í knapt hálvtannað døgn, og fiskiskapurin hevur verið góður. Talan er um góða sild, sum er 360 gramm í miðal, segði Eyðun Gullaksen, skipari, fyri løtu síðani tá vit ringdu umborð.

Fagraberg hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og Fagraberg fer aftur á sild, tá ið liðugt er at landa.

placeholder
placeholder