2025-02-16 22:12

Uppsjóvarskipið Fagraberg er komið á Fuglafjðr, har skipið skal landa svartkjaft.
Fagraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurn hevur verið góður.
Fagraberg byrjaði at landa til Havsbrún seinnapartin í dag, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu við Írland.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald