Innanlands

Fagraberg hevur landað í Fuglafirði

Fagraberg landaði 700 tons í Fuglafirði í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-08-12 17:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Fagraberg hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og høvdu teir fiskað 700 tons av makreli, sum teir landaðu til Pelagos.

Fagraberg fór aftur á makrelveiðu tá ið liðugt var at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder