Innanlands

Fagraberg fer nú á makrelveiðu

Fagraberg hevur seinastu tíðina verið í dokk á Skála, men nú fer skipið á makrelveiðu

Fagraberg hevur seinastu tíðina verið í dokk á Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Fagraberg hevur seinastu tíðina verið í dokk á Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-14 15:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fagraberg, sum seinastu tíðina hevur verið í dokk á Skála, fer nú aftur til fiskiskap.

Hjá Mest á Skála er ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt við skipið umframt ymiskt, sum skal gerast í sambandið við klassan.

Fagraberg er bygdur í 1999, men hóast skipið er 26 ára gamalt, so hevur skipið verið eitt av bestu uppsjóvarskipunum øll árini.

Felagið, sum eigur Fagraberg, er Framherji í Fuglafirði, sum hevur átt skipið síðani 2006 og hevur Fagraberg roynst felagnum sera væl.

Framherji hevur keypt eitt uppsjóvarskip úr Hetlandi sum eitur Serene, sum kemur í flotan tíðliga í komandi ár.

Hetta skipið skal síðani avloysa Fagraberg, og fer eisini at fáa navnið Fagraberg. Serene er bygt í 2018, og lastar eitt vet minni enn Fagraberg, men verður tó eitt av størstu uppsjóvarskipunum í føroyska flotanum.

Tá ið nýggi Fagraberg kemur í flotan, skal núverandi Fagraberg seljast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder