Innanlands

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landað á Toftum

Partrolararnir hava fiskað gulllaks

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2018-07-13 23:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landað í dag.

Parið hevur fiskað gulllaks undir Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at partrolararnir høvdu umleð 290 tons av gulllaksi, sum teir landaðu á Toftum í dag.

Veiðan varð síðan koyrd til Tavuna í Leirvík, har gulllaksurin verður virkaður.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fóru nýggjan túr tá ið teir høvdu landað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder