
KJ handaði í farnu viku Bakkafrosti tvíkiljuna Ennisskarð, sum er tvíkilja nummar 36 í røðini av tvíkiljum, sum KJ hevur handað Bakkafrosti síðani fyrsta tvíkiljan varð handað felagnum í 1999. Samanlagt er hetta tvíkilja nummar 66, sum KJ hevur bygt.
Tvíkiljan hevur fingið heimstað í Hovi, og væntast fyri tað mesta at loysa uppgávur kring alibrúkini í Suðuroy.
Tvíkiljurnar eru nógv broyttar síðani 1999 í skapi, tøkni og útgerð, og uppgávurnar, ið tvíkiljurnar skulu loysa, gerast alsamt fleiri og krevjandi maskintekniskt. Ennisskarð er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, sum varð handað Bakkafrosti í desember 2023. Ennisskarð og Miðenni eru 20 metrar langar og 9 metrar breiðar.
Enniskarð er ein stór tvíkilja, og hetta gevur gott dekkspláss. Á dekkinum standa tveir Palfinger Marine dekskranar, ið eru týðandi amboð í gerandisdegnum umborð. Afturi í reyv í stýriborðssíðu stendur ein 90 tonsmetur krani, miðskips aftan fyri stýrihúsið er ein 33 tonsmetur krani og somuleiðis miðskips handan stýrihúsið er eitt 25 tons deksspæl. Ein koblingsplátuhaldari er eisini afturi á reyv í bakborðssíðu, og bøtir hesin munandi um trygdina hjá arbeiðsfólkinum, tá arbeitt verður við koblingsplátum, festum og aðrari útgerð.
Maskintekniskt er tvíkiljan í fremstu røð tá tað viðvíkur maskin- og ravmagnsmegi. Hon er útgjørd við tveimum FPT C16 motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir, tveimum síðuskrúvum og tveimum 115 KVA generatorum, sum veita ravmagnsorku til elektriksku útgerðina umborð. Framkomin DP útgerð er sett í tvikiljuna, sum gevur heilt góðar og neyðugar møguleikar at leggja tvíkiljuna stilla á einari knattstøðu á føroysku firðunum, sum mangan eru harðbalaðir á hávetri.
Fleiri myndir av tvíkiljuni eru at síggjast á heimasíðuni hjá KJ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald