Innanlands

Enn eitt norskt uppsjóvarskip landar í Fuglafirði

Norderveg kom í gjár á Fuglafjørð við 370 tonsum av lodnu

Norderveg (Mynd: Sverri Egholm)

Norderveg (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-18 06:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska uppsjóvarskipið Norderveg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Norderveg hevur fiska lodnu í íslendskum sjógvi, og hevur 370 tons av lodnu við til lands, sum verður landað til Pelagos.

Prísurin á lodnu hevur seinastu dagarnar verið sera høgur, og hesaferð var einki undantak, tó ikki tann hægsti, sum Pelagos hevur keypt í ár.

Norderveg fekk 10,60 krónur kilo.

Um Norderveg fer aftur á lodnuveiðu tá ið liðugt er at landa vita vit ikki, men tó er tað mest sannlíkt. 

placeholder
placeholder