Innanlands

Ein sjáldsamur gestur

Herfyri fekk Havstovan ein gráháv at kanna, sum var fingin á línu við Suðuroynna – Hetta er triðja skrásrtingin av gráhávi í føroyskum sjógvi

2024-06-08 12:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin, ið verður skrásettur í dátagrunninum hjá Havstovuni.

Gráhávurin var ein kvennfiskur, 145,5 cm langur og vigaði 13,65 kg. Gráhávur kann gerast tveir metrar langur, men er vanliga ikki størri enn hálvan annan metur. Magin á gráhávinum var tómur, og eisini var rognaposin tómur. Gráhavur gýtir ikki á hvørjum ári, men umleið annað til triðja hvørt ár, og gýtir hann tá millum 20 og 40 livandi ungar áleið eitt ár eftir, at eggini eru gitin innvortis.

IUCN (Altjóða felagskapur fyri Nátturuvarðveitslu) hevur á sínum reyðlista skrásett gráháv sum hættisliga hótt fiskaslag, so fiskurin er ikki bert sjáldsamur um okkara leiðir. Um fiskimaður kemur á slíkan háv ella annan sjáldsaman/ókendan fisk, ið enn er livandi, verður heitt á, at máta longd og taka mynd av fiskinum (serliga trantinum, tonnunum, fjaðrunum, stertinum og gotinum), og síðani lata fiskin leysan aftur, um umstøður loyva tí. Upplýsingarnar kunnu síðani sendast til Havstovuna.

[object Object]

Gráhávur
Í føroyskum sjógvi finnast tilsamans 24 hávasløg. Gráhávurin hoyrir til eygnalokshávahópin, ið telur 224 sløg, harav sjey finnast í føroyskum sjógvi.

Fiskurin, ið á enskum verður nevndur School shark ella Tope shark, er betur kendur kring heimin sum “Soupfin shark”, og sum eyknevnið bendir á, hevur hann verið veiddur serstakliga fyri fjaðrarnar.

Havstovan takkar Símun Johannes Nybo fyri at hava vent sær til Havstovuna, og gráhávurin er nú latin Tjóðsavninum í varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder