2025-05-29 07:06

Trolbáturin Dýrindal, sum kom í føroyska flotan í 2002, er seldur til Afrika, har hann skal fiska rækjur.
- Vit keyptu fyri tíð síðani trolbátin úr Klaksvík uttan loyvir, og vit hava selt bátin til eitt felag í Afrika, sum vit eru partur av eisini, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Trolbáturin skal tó fyrst til Spania, har báturin skal umbyggjast og seta frystarí og skiljara í áðrenn hann fer til Afrika.
Dýrindal skal skifta navn og umbyggjast til rækjuveiðu, og skal fiska í Gambia, har báturin eisini fær heimstað.
Dýrindal loysti av Havnini í gjárkvøldið, og tað tekur umleið 6 døgn at sigla til Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald