Innanlands

Christian í Grótinum landar í Fuglafirði

Christian í Grótinum landar 1500 tons av makreli til Pelagos

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-08-16 20:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum landar í løtuni 1500 tons av makreli til PElagos í Fuglafirði.

Christian í GRótinum hevur fiskað makrel í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Góðskan á makrelinum er munandi betri hendan túrin enn undanfarna túr, og tí verður hon hesaferå landað til matna hjá Pelagos, heldur enn til ídnað hjá Havsbrún.

Tá ið Christian í Grótinum hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder