
Í morgun landaði útróðrarbáturin Tróstur á Toftum.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við Sonna Johansen, sum eigur og rekur bátin. Hann segði m.a:
- Vit hava roynt eystanfyri við 30 stampum og hava umleið 4500 pund. Tað vil eg kalla ein góðan túr, eisini tí prísurin er góður.
-Vit settu eftir hýsu, men størri parturin er hvítingur. So fingu vit eisini nakrir góðir toskar, sigur hann.
-Higartil er árið væl brúkiligt. Fiskiskapurin hevur verið rímiliga góður, og so hevur prísurin verið serstakliga góður. Tí hava vit avreitt fyri væl meiri krónur higartil í ár, enn somu tíð í fjør, sigur Sonni.
Tróstur hevur egningarskúr á Strondum, har báturin er heimahoyrandi. Tveir mans eru við.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald