Innanlands

Brimil sleipaði Christian á Skála

Brimil sleipaði í dag Christian á skipasmiðjuna á Skála har ein maskinskaði skal kannast nærri

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

2021-08-29 22:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brimil kom um sjey tíðina í kvøld á Skálafjørðin við uppsjóvarskipinum Christian, sum reiðaríið Christian í Grótinum hevur fingið sær, meðan bíðað verður eftir nýggja skipinum.

Orsøkin er at trupulleikar eru við maskinuni, men júst hvat er ikki greitt enn. Skipið skal í dokkina í morgin fyri at staðfesta feilin.

Teir vóru á makrelfeltinum tá teir fingu maskintrupulleikar.

Tað var í desember í fjør, at reiðaríið keypti avoysaraskipið úr Íslandi. Christian er bygdur í 1996.

placeholder
placeholder