Innanlands

Brimil komin á Tangafjørð

Kavarar skulu nú niður at hyggja eftir botninum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-02 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil er nú komið til línuskipið Eivind, sum um ellivu tíðina fyrrapartin sigldi á flesjarnar og stendur fast.

Kavarar verða nú sendir niður at hyggja eftir botninum og skrokkinum á skipinum, og ikki fyrr enn aftaná hetta verður støða tikin til hvat síðani skal henda, upplýsir MRCC fyri útvarpinum.

[object Object]

Einki bendir á, at Eivind lekur olju, men oljubyrgingar eru kortini lagar kring skipið.

Manningin er framvegis umborð á skipinum.

Sí eisini: Myndir: Siglt á flesjarnar


placeholder
placeholder