Innanlands

Borgarin siglir inn við 1000 tonsum

Borgarin hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-09-04 09:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin er ávegis á Kollafjørð, har skipið skal landa makrel.

Borgarin hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og hava teir 1000 tons, og talan er um góða stødd - umleið 500 gramm í miðal.

Veiðan verður landað til Faroe Pelagic, og Borgarin fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder
placeholder