2025-05-02 07:01

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð mikudagin, har skipið skal landa svartkjaft.
Tá ið Borgarin kom inn, landaði Finnur Fríðim og tí legði Borgarin seg við Pelagos at bíða eftir landingartørnið.
Borgarin hevur fiskað 2.400 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald