Innanlands

Borgarin landar svartkjaft í Fuglafirði

Borgarin hevur 1550 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-02-10 19:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin landar 1550 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Borgarin hevur fiskað í føroyskum sjógvi, og komu teir inn vegna veður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder