Innanlands

Borðoyarnes aftur á kalvaveiðu

Leiðin liggur yvir aftur til leiðirnar við Flemish Cap og Grand Bank

Kristian Mathisen, skipari á Borðoyarnesi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Kristian Mathisen, skipari á Borðoyarnesi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-07-31 20:14 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Vit fara eftir ætlan avstað aftur í dag. Leiðin liggur yvir aftur til leiðirnar við Flemish Cap og Grand Bank at fiska hvítkalva, sigu Kristian Mathisen, skipari á Borðoyarnesi.

- Vit vóru har yviri fyrr í ár og fiskiskapurin var brúkiligur. Avbjóðingin var tá at sleppa av við fiskin, sum vit landaðu í Bay Roberts. Nú vóna vit at søluliðið verður betur og harvið raksturin, sigur hann.

- Vit ísa kalvan og tað eru góð tvey samdøgur at sigla inn at landa, so fiskitíðin er avmarkað.

Nakað av tíð fer til sigling, so tað skal vera nakað av fiskiskapi, fyri at tað loysir seg, og tað vóna vit, sigur Kristian.

Síðstu vikurnar hevur Borðoyarnes verið á sleipistøð í Klaksvík, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Bøn varð biðin og heilsanin: “Góðan túr og Jesus fylgi tykkum” var ynskt teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder