Innanlands

Birita kom á Havnina í gjár

Birita er nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum

Mynd: Fishfacts.fo

Mynd: Fishfacts.fo

2021-11-11 06:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjár kom nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum á Havnina.

Talan er um uppsjóvarskipið Biritu, sum er keypt úr Norra fyri 65 milliónir krónur. Skipið fær heimstað í Tórshavn.

Tað hevur verið buldrasligt at siglt til Føroyar, men skipið er gott, og eigarin letur sera væl at nýggja skipinum, sum er bygt í 2000, men tó í sera góðum standi. 

- Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, hevur Birgir Lützen áður sagt í samrøu við Portalin.

Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen.

Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling.

Birita fer væntandi til fiskiskap í komandi viku.

[object Object]Mynd: Fishfacts.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder