
Bakkafrost: Rakstrarúrslitið í fyrsta ársfjórðingi 2025 fyri alt Bakkafrost samtakið var 505 milliónir krónur, samanborið við 710 milliónir fyrsta ársfjórðing í fjør.
Tøkan í Føroyum var 18.914 tons og í Skotlandi 6.286 tons, í mun til ávikavist 14.294 tons og 7.263 tons sama tíðarskeið í fjør.
Lívfrøðiliga gongdin var góð. Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru lúsatølini lág, og miðalvektin á tikna laksinum høg, serstakliga í Skotlandi.
Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:
Samanumtikið, eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum.
Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi. Lívfrøðiliga gongdin var góð, við góðum vøkstri, lágum lúsatølum og støðugari tøku av stórum og góðum fiski. Smoltframleiðslan á landi heldur fram at seta met í framleiðslu av stórum dygdarsmolti. Hetta hevur jaliga ávirkan á okkara framleidni og kostnað.
Í Skotlandi fylgja vit miðvíst okkara strategisku kós um at basa lívfrøðiligum avbjóðingum í sjógvalingini við at seta stór dygdarsmolt á sjógv, eins og í Føroyum. Vit eru væl ávegis við at økja framleiðsluna á Applecross smoltstøðini, og so hvørt stór hágóðsku-smolt vera sett á sjógv , vænta vit eina munandi betring í rakstrinum og úrtøkuni í Skotlandi.
Laksamarknaðurin hevur verið avbjóðandi í ársfjórðinginum. Prísurin var góður í januar, men fall síðani munandi – og nógv meira enn flestu høvdu væntað. Hetta kemst fyrst og fremst av størri útboði, serliga úr Noregi, har lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð. Úr Noregi er útboðið av heilum laksi økt 38%. Hetta hevur viðført, at laksaprísurin er lækkaður munandi.
Okkara stóru verkætlanir - smoltstøðirnar í Applecross og Skálavík, og útbyggingin av fóðurverksmiðjuni hjá Havsbrún - halda fram sambært ætlan. Hesar verkætlanir eru týdningarmiklar fyri at røkka okkara strategisku málum.
Roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing 2025 er tøkur á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald