
- Vit kundu fylt bátin uppá eitt samdøgur, tí fiskur var nógvur. Vit eru bara 7 mans og so skal fiskurin bløða út og ísast, tí góðskan skal verða góð, so tað tekur sína tíð, sigur Gundur.
Seinnapartin í gjár kom línubáturin Anru á Havnina. Teir høvdu roynt á Norðureysturlandi í Ísland og høvdu gjørt ein roktúr. Teir vóru burturi í knapt seks samdøgur og tá fóru trý teirra til sigling.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk eitt prát við ein vælnøgdan og takksman Gundur Sørensen, sum er skipari.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Ja, vit hava gjørt ein skjótan og góðan túr. Vit settu bara 66 stokkar, sum eru umleið 200 vanligir línustampar, og vit hava umleið 46.000 pund, og fulla last. Tað er gott fiskarí, sigur Gundur.
- Fiskaslagið er tað besta, tí umleið 42.000 pund er stórur og góður toskur og so hava vit umleið 4000 pund av stórari hýsu, sigur hann.
- Vit kundu fylt bátin uppá eitt samdøgur, tí fiskur var nógvur. Vit eru bara 7 mans og so skal fiskurin bløða út og ísast, tí góðskan skal verða góð, so tað tekur sína tíð, sigur Gundur.
- Har var nógvur fiskur, so tað var spennandi. Vit hava kvotu til ein stóran túr eftir við Ísland, so kanska vit fara yviraftur komandi túr. Vit landa mánadagin og tá verður fiskurin seldur, sigur Gundur Sørensen.
Gundur bjóðaði drekka og trúboðarin hevði eitt Guds orð og bøn.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald