Innanlands

Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár

Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár við 900 tonsum

Akraberg (Savnsynd: Kiran Jóanesarson)

Akraberg (Savnsynd: Kiran Jóanesarson)

2025-05-15 08:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa veiðuna.

Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

23 mans hava verið við Akraberg hendan túrin, og skipari var Eyðun á Bergi.

Tá ið liðugt er at landa, fer Akraberg á rækjuveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder