placeholder
Innanlands

19 av 26 umsøkjarum fingu part av kvotuni

1.900 tons av makreli og 3.700 tons av norðhavssild vórðu í ár settar av til vinnuligar fiskiroyndir

2021-08-11 21:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2021 eru 1.900 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 18. juni 2021. Fiskimálaráðið fekk 11 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.200 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 8 umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.900 tonsini, sum vóru tøk. 3 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2021 eru 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin varð sett til mánadagin 3. juni 2021.

Fiskimálaráðið fekk 15 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 14.250 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 11 umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 3.700 tonsini, sum vóru tøk. Ein umsøkjari tók umsóknina aftur, og 3 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Av teimum átta umsóknunum um part av tøku makrelkvotuni, ið eru gingnar á møti, eru seks til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka makrelin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Tvær umsóknir eru latnar til reiðarí / skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum.

Av teimum ellivu umsóknunum um part av sildakvotuni, ið eru gingnar á møti, eru sjey latnar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina, soleiðis at virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Fýra játtanir eru givnar til reiðarí / skip. Av hesum skulu trý av skipunum gera ymiskar royndir við trolútgerðini, so hendan er minni orkukrevjandi, samstundis sum roynt verður at bøta um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Hin fjórða umsóknin er latin til eitt skip, sum í samstarvi við virki á landi skal virka sildina, so virðisøkingin verður størri.

Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið og virðisøking av veiðuni.

Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild settar nakrar serligar treytir, sum tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. desember 2021.

Fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder